Onga fasta ráevnisráðgeving

Grønlendska landsstýrið hevur ikki í hyggju at seta ein fastan arbeiðsbólk, ið skal ráðgeva landstingspolitikarunum í spurningum um framtíðar støðuna hjá Grønlandi sum ráevnisútvinnandi tjóð.

Tað var svarið, sum IA-tingkvinnan, Maliina Abelsen (myndin), hevur fingið frá landsstýrismanninum í ráevnismálum, Jens-Erik Kirkegaard, eftir at hon hevur sett honum skrivligar fyrispurningar um hetta og onnur líknandi viðurskifti í landstinginum.

Talan var um eina røð av fyrispurningum, ið allir snúðu seg um ráevnini í grønlendsku undirgrundini, og serliga vildi hon vita, hvussu verður við ráðgevandi arbeiðsbólkinum og hvussu Grønland kann fáa sum mest búskaparliga burtur úr landsins undirgrund.

– Landsstýrið ætlar ikki at seta ein fastan arbeiðsbólk, men fer so hvørt at venda sær til ymsar serfrøðingar, alt eftir hvørji mál eru á skránni, stendur í svarinum frá landsstýrismanninum.