Onga fartelefon í fimm ár

Ein 24 ára gamal breti hevur mist rættin at eiga fartelefon næstu fimm árini.

Barry Docherthy ringdi heili 50 ferðir til alarmsentralin upp á ein tíma, og tað vildu myndugleikarnir ikki finna seg í.

Teir hava nú fingið rættin at seta forboð sett fyri, at Docherthy yvirhøvur kann hava eina fartelefon ella eitt sim-kort næstu fimm árini.

- Vit eru nøgd við hetta forboð. Dómurin sendir ein greið boð til tey, sum órógva alarmsentralin óneyðugt, sigur ein talsmaður fyri løgregluna í North Yorkshire við blaðið The Telegraph.