Óneyðugt við kanningarstjóra

Málið er ikki størri enn at landsstýrismálanevndin sjálv eigur at kunna taka eina avgerð, sigur Joen Magnus Rasmussen, sum er ímóti at seta kanningarstjóra at endavenda málið um Skálafjarðartunnilin

Niðurstøðan hjá løgfrøðingunum á Løgtingsskrivstovuni er, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevði ikki heimild at brúka eina millión krónur burtur av játtanini á fíggjarlógini til fyrireikingararbeiði í samband við Eysturoyartunnilin. Tí fór Kári P. Højgaard út um sínar heimildir, tá hann gjørdi endurgjaldsavtaluna við CIP.

 

Kortini heldur Joen Magnus Rasmussen ikki, at málið er so einfalt.

 

- Skuldu vit sum limir í Landsstýrismálanevndini treytaleyst fylgja ráðunum frá umsitingini á Løgtingsskrivstovuni, so var eingin orsøk til at hava nakra nevnd, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

Hann sigur seg hava tosað við aðrar løgfrøðingar, sum hava eina aðra tulking av spurninginum um heimildina hjá landsstýrismanninum.

 

Joen Magnus Rasmussen er tí sannførdur um, at tulkingin hjá løgfrøðingunum á Løgtingsskrivstovuni er ov hørð.

 

Samanumtikið heldur Joen Magnus Rasmussen tað vera skeivt at seta ein kanningarstjóra nú. Tí harvið verður arbeiðið tikið úr hondini á Landsstýrismálanevndini, sum er sett í verðina júst til tað sama.

 

- Landsstýrismálanevndin eigur at gera seg lidna, bæði at viðgera spurningin um milliónina til CIP og eisini upplýsingarnar frá Landsverki, ið landsstýrismaðurin ikki gav løgtinginum, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

Nú meirilutin í Landsstýrismálanevndini hevur gjørt av at heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra, vil Joen Magnus Rasmussen ikki seta seg upp ímóti tí.

 

- Eg havi einki ímóti at málið verður kannað og lýst, alt sum tað er. Eg haldi bara ikki, at her er so grúviliga nógv at koma eftir, sigur Joen Magnus Rasmussen

 

Hoyr eina longri samrøðu við Joen Magnus Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Kári P. Højgaard hevði ikki heimild

 

Tí skal kanningarstjóri setast

 

Meiriluti at seta kanningarstjóri

 

Landsstýrismálanevndin trilvar eftir semjuni