Føroyar eru um vikuskiftið partur av alheims tónleikafestivali, sum fer av bakkastokki samstundis í umleið 40 londum, so talan er um einki minni enn eina stórhending.
Tað er FUT sum er høvuðsfyrireikari. Talan er um One World Beat festivalin, sum fyrstu ferð varð hildin í fjør í Sveits, men sum í ár er um allan heim. Endamálið er at útvega pening til hjálpararbeiði og í ár fer peningurin til Keep A Child Alive, ið letur til børn, sum hava Aids/HIV. Ósek børn, ið hava fingið sjúkuna í móðurlívi ella gjøgnum blóð.
Kaj Johannesen frá FUT sigur, at talan er um sjálvboðið arbeiði og hann fegnast um at bert vælvild er at merkja, hvar hann so vendir sær í samband við fyrireikingarnar.
Mentanarhúsið í Fuglafirði er karmur um tiltakið, sum verður fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið er meira til yngra ættarliðið. Tá fara fleiri bólkar á pall; Deja Vu, All That Rain, 48 Pages, Speaker, Sic og DJ Kristin. Plakatir koma upp kring landið í hesum døgum, har luttakandi bólkarnir síggjast.
Kaj Johannesen frá FUT fegnast um, at tað stendur ikki á at fáa tónleikarar. Heldur er tað so, at teir standa í bíðirøð.
Hugnin í hásæti leygarkvøldið
Leygarkvøldið eru Tey av Kamarinum, Martin Joensen, Ronnie Poulsen, Fluffy Toys, Ronnie og Sámal og Twilight á skránni. Har verður tónleika-café, har hugnin er í hásæti við kertuljósum á borðunum. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu, t.d. á kunningarstovum og á Shell- og Statoilkstøðum, Og aftaná er dansur við eittnú Teimum av Kamarinum og Twilight. Fólk kunnu velja at stuðla, uttan at kenna seg noyddan at fara til tiltakið, siga fyrireikararnir um tiltakið við forsølu.
Bussar koyra í samband við One World Beat kvøldini í Fuglafirði.
Sosialurin hevur í bløðunum hósdagin og fríggjadagin prát við og lýsing av luttakandi bólkunum.
FAKTA
One World Beat er alheimsfestivalur, har øll arbeiðsorka er sjálvboðin og peningurin fer í ár til børn, ið hava Aids/HIV. Felagsskapurin Keep a Child Alive arbeiðir fyri hesum og fær peningin.
Føroyar eru partur av alheimsfestivalinum, sum fer av bakkastokki í 40 londum samstundis. Í Føroyum er Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um tiltakið 19. og 20. mars.
FUT er høvuðsfyrireikari. Til ber eisini at stuðla við at fara inn á heimasíðurnar hjá omanfyri nevndu felagsskapum.
Í Føroyum fara dugnaligir á pall í Fuglafirði um vikuskiftið; fríggjakvøldið er fyri yngraættarliðið og leygarkvøldið meira fyri tey tilkomnu, har hugnin er í hásæti við tónleikacafé og góðum dansi.
Keep A Child Alive
Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega lívsneyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja heiminum. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað ikki hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala (ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS). www.keepachildalive.org
One World Beat
One World Beat er eitt non-profit-tiltak við høvuðssæti í Sveits. Endamálið er at savna samfelagsáhugaðar tónleikarar og vælgerð til frama fyri sosiala broyting; Tónleikur ið ger Mun!
One World Beat er eitt samtak av sjálvbodnum, og festivalurin loyvir tónleikarum og sjálvbodnum framat einum palli at bera sín boðskap fram, meðan teir styrkja tilvitanina hjá øllum Heiminum. Á hendan hátt útvegar festivalurin alneyðugan pening til at stuðla neyðstøddum. One World Beat samstarvar á hvørjum ári í felag við nógvar vælgerðarstovnar um hetta málið. www.oneworldbeat.org