One Direction eru størri enn The Beatles

Dreingjabólkurin, One Direction, ið er mannaður av ungum dreingjum úr Onglandi og Írlandi, er fyrsti bretski bólkurin, sum hevur megnað at byrja karrieruna við at rúka beinleiðis á eitt fyrstapláss á amerikanska fløguhittlistanum.

 

Ungu harrarnir í One Direction, hava hesa vikuna klárað tað, sum eingin annar bólkur í Onglandi hevur gjørt. Við sanginum ”Upp All Night” er bólkurin komin beinleiðis inn á fyrstaplássið á The Billboard 200, sum er viðurkendi hitlistin í Amerika. Sjálvt ikki The Beatles kláraðu at gera tað bragdið, sum fýrarnir í One Direction, ið allir eru millum 18 og 20 ára gamlir, nú hava gjørt.

 

Teir fimm limirnir í bólkinum luttóku í bretsku útgávuni av X-Factor í 2010, har teir endaðu á einum triðjaplássi.