On the Road again

Beatklassikarin On the Road kemur nú út í síni upprunaligu útgávu, har burtursensureraðu brotini koma aftur til sín rætt


Mikudagin 5. september fer onki minni enn ein stórhending fram í altjóða bókmentaheiminum. Halda nógv. Tá eru ikki bara 50 ár liðin, síðani bíblian hjá sonevnda Beat-ættarliðnum, bókin On the Road, kom út á fyrsta sinni. Størri týdning hevur tað ivaleyst, at dagurin verður hátíðarhildin, við at teksturin nu kemur út, soleiðis sum høvundurin Jack Kerouac skrivaði hann upprunaliga. Fyri fyrstu ferð fáa lesarar sosatt innlit í brotini, sum forlagið strikaði í útgávuni frá 1957. 



30 metur rulla

On the Road snýr seg í stuttum um teir báðar Sal Paradise og Dean Moriaty, sum drøna USA runt í bili, ávirkaðir av rúsevnum ein stóran part av tíðini. Á vegnum møta teir hópin av løgnum og skeivum lagnum og dyrka sex við í so ungum gentum. Mest týðandi í bókini er tó ævintýrhugurin, kenslan av rótloysi og longsulin eftir tí inniliga, langt burtur frá Amerika í 1950unum við tess borgarligheit og avskeplandi materialistisku virðum. Sum túrurin líður, verður Sal tó meir og meir vónbrotin og ónøgdur við sítt frælsa lív ”on the road”

On the Road er lutvíst sjálvævisøgulig, og tað sigst, at Kerouac skrivaði hana spontant uppá tríggjar vikur á einum slíkum ørligum biltúri saman við vininum Neal Cassady. Heimafturkomin skrivaði hann tekstin inn á eina 30 metur langa rullu av pappíri. Teksturin bleiv seinni sýndur fram á einum savni í New York, men bleiv ongantíð útgivin. Ikki fyrr enn nú, hann kemur í bókabúðirnar undir heitinum On the Road – The Original Scroll. 



Ov vandamikil

Hóast Kerouac skrivaði bókina longu í 1951, kom hon ikki út fyrr enn seks ár seinni. On the Road var stutt sagt ov vandamikil moralskt og politiskt fyri Amerika í 1950unum, til at nakað forlag tordi at nerta hana. Tá tað umsíðir eydnaðist vinunum hjá Kerouac at fáa eitt forlag at geva bókina út í 1957, setti forlagið ta treyt, at ein røð av sex-brotum vórðu strikað, umframt at allir veruligir persónar fingu onnur nøvn. Og tað er also ta bókina, heimurin hevur kent og virðismett síðani.

Bókin fekk sera góð ummæli, tá hon kom út, og ummælarar tosaðu um, at við On he Road hevði Beat-ættarliðið fingið sína heilt eyðkendu rødd.

Kerouac sjálvur toldi tó illa nógvu umrøðuna og stóru væntaninar. Hann fór at drekka illa og doyði av rúsdrekkaávum í 1969. 



Brennandi løtur

Fólk eru ymisk á máli um, hvussu stórt skaldsligt virði On the Road í grundini hevur. Summi vilja halda, at tað meir er fasinatiónin av Beat-ættarliðnum enn góðskan á bókini, sum hevur hildið lív í umdøminum hjá On the Road og Jack Kerouac. Onnur halda seg hinvegin síggja greiðar tráðir í bókini til tankastreymin hjá James Joyce ella síggja hana sum svarið í 20. øld uppá Huckleberry Finn.

Tað verður sagt, at Kerouac ikki átti evnini at skapa eina samanhangandi skaldsøgu, og at tað er ein av trupulleikunum við On the Road. Spurningurin er, um tað nakrantíð var hansara ætaln at fortelja samanhangandi søgur. Tað vóru kanska tær, hann leitaði eftir alt sítt stutta lív, men ongantíð fann. Í staðin fann hann logandi intensar løtur, sum hann skrivaði niður á sín ørliga hátt, so tær hava brent seg inn í minnið hjá heilum ættarliðum líka síðani.