Innihaldið er sera fjølbroytt. Umframt kenda sangin um ommuna kunnu nevnast sangirnir »Juhuu«, ið er um ein barnaføðingardag, og óvanliga syrgiligi sangurin »Spruttkoyrarin«, ið er um ein drong, sum í fyllskapi saman við gentu síni setir seg í skjóttkoyrandi bilin og á henda hátt við einum braki kemur at taka lívið av henni.
Símun úr Konoy hevur sjálvur gjørt bæði orð og lag til tveir av sangunum á fløguni. Hini løgini eru lænt og umsett til føroyskt av ávikavist Símuni, Gunnleivi Thomsen og Helga Abrahamsen.
Tónleikarar á ommu-fløguni eru: Jóhannus á Rógvu Joensen, Ólavur Øster, Ronnie Nielsen, Kári Poulsen og Símun úr Konoy.










