Vit fingu orðið á ommu og tvær ommusystrar hjá Tinu Mellemgaard, sum í kvøld syngur í X-Factor finaluni.
– Vit vóna, at hon vinnur, sigur omman, Tina Petersen.
– Um hon verður nummar trý ella tvey, so er tað eisini flott, sigur ommusysturin.
– Hon hevur longu vunnið, tað halda vit, sigur hin ommusysturin.
Eisini fingu vit orðið á nøkur onnur viðhaldsfólk hjá Tinu.
– Tað er eitt sindur ringt, tí her eru tveir føroyingar við. So vit heppa eitt sindur upp á báðar, men mest upp á Tinu, sigur Rebekka, sum eins og fleiri onnur her kennir Tinu úr City Church.
Sí videosamrøðu her:
##med2##