Omanlop á Viðareiðisvegnum

Tvey omanlop hava verið á Viðareiðisvegnum hesa vikuna. Ongin skaði er tó hendur

Tað fyrra omanlopið var Flaggdagin og tað seinna mánamorgunin. Í báðum førum var talan um rættuliga stórt grót, sum sambært Landsverkfrøðinginum ikki var mannbart.
? Tað eru komin merki í asfaltið, men ongin skaði sum so er hendur, sigur Landsverkfrøðingurin.
Hóast okkurt grót fór upp um autoverjuna, so fekk hon heldur ongan skaða av omanlopunum báðum.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað leypir soleiðis av og á á Viðareiðisvegnum, men tað er ongantíð nakar álvarsligur skaði hendur.
Ein annar líknandi vegur er eisini í landinum. Tað er vegurin til Tjørnuvíkar. Hann liggur sum Viðareiðisvegurin langt uppi og er sera smalur.
? Har leypir eisini onkuntíð, verður sagt frá Landsverkfrøðinginum. Men tað er sum sagt ongantíð nakar álvarsligur skaði hendur.