Omanlop á Tjørnuvíkarvegin hóast hegn

Um hálvgumáttatíðina í morgun vaknaðu fólk í Tjørnuvík við buldur og brak í góðveðrinum. Grót var loysnað ovarlaga á Hægstafjalli.

Hóast tryggdarhegn er uppsett, kom grót og mold oman á vegin, og tjørnuvíkarfólk spyrja nú, um hegnið er nóg trygt, tá slíkt kann koma fyri.

Á myndini, sum Jens H. Jensen í Tjørnuvík hevur sent okkum sæst, hvussu stórur steinur er endaður á vegnum.