Omanlop á Tjørnuvíkarvegnum

- Har er ikki koyrandi í løtuni, men Landsverk er á veg, sigur løgreglan.

Tað er einki óvanligt í, at omanlop er á Tjørnuvíkarvegnum. Her kemur grót oman javnt og samt.

 

Soleiðis hevur eisini verið í morgun, og í løtuni er ikki koyrandi eftir vegnum, har lopið er oman á vegin.

 

Vaktleiðarin visti fyri løtu síðan at siga, at Landsverk er á veg, men enn vita tey ikki neyvt, hvussu umfatandi omanlopið er.

 

- Í fráboðanini verður sagt, at lopið er oman á vegin umleið ein hálvan kilometur suður frá bygdini í Tjørnuvík, sigur løgreglan.