OM í Føroyum fær nýggjan leiðara

Om, Operatión Mobilisatión, í Føroyum, skal nú hava nýggjan leiðara. Tað verður Danjal av Rana, ið nú tekur við sum nýggjur leiðari eftir Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið leiðari síðani 2016.

 

Endamálið hjá OM er at »eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim«. Í hesum sambandi roynir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har kristna trúgvin ikki er so vanlig.

 

Danjal av Rana byrjar í starvinum tann 1. apríl og samstundis fer hann úr núverandi starvi sínum sum blaðmaður í Miðlahúsinum. Hann hevur drúgvar royndir í trúboðarayrki, bæði sum trúboðari og við trúboðaraumsiting. Hann hevur virkað sum trúboðari í Fraklandi a og í Kroatia. Fyrstu tíðina virkar Danjal saman við Jóhan Peturi, sum heldur fram í starvi í OM til 1. juli.