Olympisku leikirnir verða ikki útsettir aftur

Letur tað seg ikki gera at halda leikirnar næsta ár, so verða teir avlýstir

Olympisku leikirnir verða ikki útsettir eina ferð aftrat, og ber tað ikki til at halda leikirnar komandi ár, so verða teir avlýstir.

Tað váttaði stjórin fyri olympisku leikirnar í Tokyo, Yoshiro Mori, í dag, sambært BBC.

Olympisku leikirnir skuldu upprunaliga hava verið settir í Tokyo 24. august í ár, men vórðu orsakað av koronasmittuni útsettir til august/september í 2021.

Men síðan leikirnir vórðu fluttir, hava fleiri heilsuserfrøðingar sett spurnartekin við, um tað letur seg gera at halda leikirnar komandi ár uttan eina koppseting fyri koronavirus. Millum annað stjórin fyri japanska læknafelagið, Yoshitake Yokokura, metti, at tað bar illa til at halda leikirnar uttan koppseting ella annan heilivág, hóast tamarhald er á koronasmittuni í Japan.

Mori varð tí spurdur, um hvørt tað var hugsandi, at leikirnir vórðu útsettir enn einaferð, men svarið var altso eitt "nei".

– Um so verður, so verða olympisku leikirnir avlýstir, segði Yoshiro Mori.

Mori gjørdi tó greitt, at hann var sannførdur um, at tað fór at lata seg gera at halda leikirnar sum ætlað í august og september í 2021.