Í næsta mánað byrja teir olympisku summarleikirnir í Athen, og ta seinastu tíðina hevur tann olympiski eldurin verið á veg til grikska høvuðsstaðin. Nú um dagarnar kom eldurin til Kýpros, sum var tað seinasta staðið, sum fekk vitjan av eldinum, áðrenn hann kom til Grikkalands.
Men á Kýpros hendi tað, at stjórnin í tí turkiska Norðurkýpros kravdi at sleppa at fyrireika eitt almernt hátíðarhald í sambandi við, at tann olympiski eldurin kom til oynna. Tað kravdi millum annað, at eldurin skuldi berast eina aðra leið enn upprunaliga ætlað, men altjóða olympiska nevndin segði nei. Grundgevingin hjá nevndini var, at hon leggur seg ikki út í tað politiska stríðið á oynni.
Bara Turkaland hevur viðurkent tann norðara partin av Kýpros sum sjálvsstøðugt ríki.