Í dag fara ríkisleiðarar og kend fólk úr USA, Brasil, Spania og Japan at gera enn eina roynd at fáa fatur á teimum olympisku summarleikunum í 2016. Dagurin í dag verður roknaður sum tann stóri egningardagurin upp undir fundin hjá altjóða olympisku nevndini, sum verður í Keypmannahavn í morgin. Tí fara umboð fyri býirnar Chicago, Rio de Janeiro, Madrid og Tokyo at fjeppast uppi í limunum í olympisku nevndini í dag fyri at ávirka teirra støðutakan.
Millum teirra, sum egna fyri sínum býum, eru Michelle Obama og Oprah Winfrey fyri Chicago, Lula forseti og Pele fyri Rio de Janeiro og tey sponsku kongshjúnini fyri Madrid. Í morgin kemur Barack Obama, forseti, eisini at hjálpa Chicago.
Eygleiðarar halda, at tað verður annaðhvørt Chicago ella Rio de Janeiro, sum fær OL í 2016.