Tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Setrinum fingu Óluvu í Gong, fakfelagsforkvinnu, á vitjan. Annar flokkurin er lesandi á fyrsta ári, hin á triðja ári.
Forkvinnan greiddi frá arbeiðinum við at skapa haldføri í sjúkrarøktini og tí stóra týdningi, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í heilsuverkinum yvirhøvur.
Tey lesandi fingu eisini høvi at hoyra um verkfallið, sum endaði við semju, og sum næstan vardi heilt til umsóknarfreistina til upptøku av nýggjum lesandi.
Fróðskaparsetur Føroya tekur nevniliga lesandi í sjúkrarøktarfrøði upp tvær ferðir árliga, á sumri og á vetri, tí tørvurin í samfelagnum er so stórur, og nógvir sjúkrarøktarfrøðingar nærkast pensjónsaldri. Og Óluva á Gong segði teimum lesandi, at hendan dupulta upptøkan er alneyðug fyri at tryggja eitt vælvirkandi heilsuverk.
- Heilsuverkið er í støðugari menning, og mong góð starvsfólk krevjast til hetta arbeiðið, sum eisini hevur hópin av spennandi uppgávum við sær, segði hon.
##med2##
##med3##