Í morgun byrjaði sjófrágreiðingin eftir hendingina fríggjamorgunin, tá russiski trolarin Olshana sakk á Flesjunum. Tað er framvegis ógreitt, um skipið er tryggjað. Skiparin greiddi millum annað frá, at teir høvdu eini 30 tons av olju umborð frammanundan, og at teir bunkraðu onnur 270 tons av olju á Kollafirði, áðrenn teir løgdu út á hav á hesa seinastu ferðina.
Trolarin var sostatt fullur av olju ? tað er: eini 300 tons, umframt eini 10 tons av smyrjiolju og hydraulikolju. Íalt eru 12 oljutangar umborð.
Í framløgu sínari segði skiparin, at teir høvdu siglt somu leið av Kollafirði sum inn hagar. Fyrru ferðina høvdu teir loðs umborð, men tá teir løgdu frá landi fríggjamorgunin hildu teir ikki at hetta var neyðugt.
Hann róði annars uppundir at sjókortið umborð mundi vera skeivt, tí sambært hesum og loðsbókini vóru teir í tryggari fjarstøðu frá Flesjunum.
Føroyski sakførarin hjá reiðarí?inum og manningini var eisini avhoyrdur. Sambært honum hevur hann gjørt fleiri royndir at fáa samband við russiska reiðarí?ið, tó uttan úrslit. Tað er tí framvegis ógreitt um skipið er tryggjað.