Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hevur nógvar spurningar um bjargingararbeiðið í sambandi við tilburðin, tá Olshana fór á Flesjarnar og sakk. Hann krevur óhefta kanning. Í einum rættiliga umfatandi fyrispurningi ætlar Torbjørn Jacobsen millum annað at spyrja Bjørn Kalsø, landsstýrismann, hvør hevði ábyrgdina av bjargingararbeiðinum, hví skipið bleiv togað av Flesjunum, og hvør hevði evstu ábyrgdina av teimum boðunum.
Tingmaðurin spyr eisini, hvat landsstýrismaðurin heldur um handfaringina av málinum, og um hann hevur treytaleyst álit á Sjóbjargingarstøðini.
Torbjørn Jacobsen heldur, at tilburðurin við Olshanu eigur at verða kannaður, eins og gjørt varð, tá farmaskipið Jøkulfell sakk norðanfyri. Tí spyr hann Bjørn Kalsø, um hann ætlar at biðja ein óheftan stovn kanna málið.











