Nú er olja eisini at síggja fram við Argjalandinum og á Hvítanesi. Fyrrapartin varð staðfest, at olja kemur framvegis upp úr russiska trolaranum Olshana, sum sakk við Flesjarnar fríggjamorgunin.
Nú hann er høgur í ættini, rekur oljan suður úr Sundalagnum og út av Skálafjørðinum, og nú er olja sædd fram við Argjalandinum og á Hvítanesi.
Í gjár fingu myndugleikarnir útgerð úr Noregi at tálma oljudáliingini við, og ætlandi kemur eitt flogfar við meiri útgerð í dag.
Ætlanin er eisini, at kavarar skulu fara niður í dag at taka myndir av vrakinum.









