Olsenbanden sum animerað 3D

ì løtuni verður seinasta hond løgd á arbeiðið við einum animationsfilmi, sum skal vera í 3D, og sum skal snúgva seg um teir tríggjar Olsen´arnar. Seinasti filmurin um Olsen banden er spældur, men hóast tað, sleppur trio?in brátt aftur á løriftið.

 

Hesuferð snýr tað seg tó ikki um eina brotsgerð, nei, ístaðin eru teir bidnir at gera eina uppgávu fyri Statsministeriet. Og sum tað eigur at vera í Olsenbanden, so stendur nógv uppá spæl. Teir tríggir jassarnir skulu bjarga donsku tjóðskaparkensluni, 30 milliónum krónum og - ikki minst - Egon?sa æru.

 

Egon hevur sjálvandi eina plan, og vit kunnu avdúka, at hann skal nýta eina borimaskinu, eitt glas av hunangi, eina fløsku av vistfrøðiligum sviskujuice og ein stóran bunka av deyðum rottum.

 

Filmurin kemur í biografarnar í heyst. Hetta er fyrsti danski filmurin, sum verður gjørdur í 3D og ymsir danskir komikarar leggja rødd til.