Tað skal vera ólógligt hjá føroyingum at hjálpa Sea Shepherd, og øðrum líknandi felagsskapum, at bróta føroyska lóg. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Í morgun hevur løgtingið samtykt at landsstýrið skal leggja lógir fyri løgtingið í vár um at forða fyri at Sea Shepherd, og líknandi felagsskapir, koma til landið at bróta lógina. Tað skal eisini vera ólógligt at innflyta útgerð til endamálið til Føroya.
Men Henrik Old, tingmaður, heldur, at hetta er ikki nóg mikið. Tí vil hann hava, at lógin, landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið, skal eisini gera tað ólóligt hjá føroyingum at hjálpa fólki, sum koma higar at mótmæla grindadrápi.
Í hesum sambandi sigur hann, at landsstýrið skal eisini gera tað ólógligt hjá føroyingum at leiga Sea Shepherd, og líknandi felagsskapum, hús, bilar, bátar og aðra útgerð, sum er ein fortreyt fyri at tey kunnu forða fyri grindadrápi og sostatt leggja seg út í lóglig viðurskifti í Føroyum.
Les eisini: Løgtingið samtykt at banna Sea Shepherd
Hann heldur, at tað er gamaní at forða fólki, ið koma higar sum umboð fyri Sea Shepherd við tiltikna skøltinum og trítindaðu kvíslini á rygginum. - Higartil hava tey verið sjónlig, tí tey hava verið í eyðkendum klæðum og tey er skjótt og lætt at snara teimum á og koyra tey avstað aftur.
- Men hvat gera vit tey mótmælisfólkini, ið koma higar sum einstaklingar og í vanligum klæðum, men hava sama endamál sum Sea Shepherd, nevniliga at forða fyri grindadrápi, spyr hann.
Henrik Old sigur, at summarið í ár vísti, at tað stendur ikki á hjá Sea Shepherd at leiga hús í Føroyum. - Tað sær út til, at føroyingar leiga gleðiliga síni húsini til hvat tað skal vera og, hvat endamál tað skal vera.
Les eisini: Miðflokkurin vil ikki banna Sea Shepherd
Henrik Old ivast heldur ikki í, at tað fer heldur ikki at standa á hjá Sea Shepherd at leiga bæði bátar og bilar frá føroyingum, verður tað ólógligt hjá teimum at taka sína egnu útgerð við. - Tað er nokk av bátum til og hjá summum stendur illa til fíggjarliga, sigur Henrik Old. Tí heldur hann, at gera vit tað ikki ólógligt at leiga Sea Shepherd hús, bil og bátar, kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at vit sjálvi levera teimum útgerðina, sum tey síðani brúka ímóti okkum sjálvum og forða okkum at drepa grind.
|