Ólógligt flúgving við dronum í Føroyum

Flúgving við dronum hevur vundið upp á seg, men reglurnar eru strangar

- Tað ikki er loyvt at flúgva við ómannaðum flogførum, ella dronum, yvir bygdum øki.

Tað staðfestir løgreglan í dag.
Staðfestingin kemur helst nú tað hevur vundið upp á seg at flúgva við ómannaðum flogførum í Føroyum, at taka loftmyndir av landinum, bæði í bygdum og óbygdum.

 

Eitt nú er mark fyri, hvar tú hevur loyvi til at flúgva og hvat tú hevur loyvi til at taka myndir av.

 

- Til dømis skal frástøðan frá einum flogvølli vera minst fimm kilometrar og frástøðan frá bygdum øki og størri almennum vegi vera minst 150 metrar.

Annars er ikki loyvt yvirhøvur at flúgva yvir tætt bygdum økjum, heldur ikki summarhúsum og kampingplássum. Og tað er heldur ikki loyvt at flúgva yvir økjum,   har nógv fólk er savnað.

 

Trýst HER fyri at kunna teg um reglurnar fyri at flúgva við dronu