Málið um ólógliga spælaran hjá Neistanum í hálvfinalunum móti VÍF og í landskappingardystinum móti Kyndli sunnudagin, inniheldur í minsta lagi tveir rættiliga prinsipiellar spurningar.
Aganevndin hevur tikið málið upp, eftir at umsitingin hjá HSF varð varug við, at ein spælari hjá Neistanum ikki hevði neyðuga undantaksloyvi at spæla vaksnamannahondbólt.
Talan er um 16 ára gomlu Elisabet Vang, sum varð tikin í hópin sum eykamálverji, nú serbiska Maggie er skadd. Neistin hevur eisini Fríðu Petersen í málinum, og í seinnu hálvfinaluni í Vestmanna stoð hon allar minuttirnar í dystinum, meðan super-veteranurin, Helena Dam, var á vøllinum lítla løtu í fyrru hálvifnaluni móti VÍF og í dystinum móti Kyndli sunnudagin.
Í fyrsta lagi er talan um brot á grein 2.1 í kappingarreglunum fyri hondbólt. Har verður staðfest, at spælarar skulu hava fylt 17 ár fyri 1. januar í kappingarárinum fyri at hava loyvi at spæla í fremstu kappingardeildunum.
Møguleiki er at søkja um undantak fyri hesi reglu, men tað hevur Neistin ikki, og tí er eingin ivi um, at talan er um brot á hesa reglugerð.
Lesið eisini: Steypaóskil: Neistin kært fyri ólógligan spælara
Spurningurin er tí í fyrsta lagi, hvør revsingin er, tá henda reglan er brotin. Er talan um spæliloyvi er grundreglan, at tá lógin sigur, at spælari er lógligur, tá hann ella hon hevur spæliloyvi, so er viðkomandi ólóglig/ur, um spæliloyvið ikki er í lagi. Og tí verður lið tá dømt at tapa dyst.
Í grein 2.1 verður sagt, at aldursmarkið er krav fyri at hava loyvi at spæla. Og tí kann hugsast, at hesin parturin av reglunum verður tulkaður eins konsekvent, sum tá talan er um spæliloyvi. Og í øllum førum man Neistin helst føra fram, at hetta brotið er minni, enn um spælari spælir uttan spæliloyvi.
Í øðrum lagi er spurningurin, um lógin verður tulkað, sum um Elisabet Vang hevur spælt við í teimum trimum dystunum.
Tá dómaraseðilin verður útfyltur, standa allir spælarar í hópinum á seðlinum. Men verður spælari ikki nýttur, kann hesin strikast av seðlinum. Hetta verður aloftast gjørt, um spælari skal hava loyvi at spæla við í lægri deild í sama leikumfari. Elisabet Vang var á vøllinum í dystinum móti Kyndli, men hon spældi ikki eitt sekund av hálvfinalunum móti VÍF. Hóast hetta, so er hon ikki strikað út á dómaraseðlinum, og tí er væl hugsandi, at ein sera spurningur í argumentatiónini hjá Neistanum verður at sannføra Aganevndina um, at spælarin ikki spældi í hálvfinalunum, og tí ikki kann dømast at hava spælt ólógliga.
Aganevndin hevur sent hoyringsskriv til VÍF og Neistan um málið, og hava feløgini fingið tíð til á midnátt í kvøld at svara hesum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Neistanum. Í VÍF váttar formaðurin, Áki Olsen, at tey hava móttikið skriv frá Aganevndini, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið










