Olofson komin upp á pláss í Tanzania

Fyrr í ár vórðu hjúnini Anne-Lene og Peter Olofson úr Klaksvík sent út úr Christianskirkjuni í Klaksvík sum trúboðarar í Tanzania

Tey eru nú liðug við málskúlan í býnum Morogoro, og eru nú farin at rigga seg til arbeiðið í og út frá býnum Mbeya. Í hesum staði skulu hjúnini vera lærarar á útbúgvingarstaðnum fyri lokalar prestar hjá Brøðrakirkjuni í Tanzania.
Áðrenn tey av álvara fara til verka fáa tey tó stundir til at innrætta seg og gerast kend í økinum, og ikki minst at læra kirkjuna at kenna.
Í Tanzania finst eisini eitt annað føroyskt trúboðarapar, nevniliga Heri og Malan Kjærbo úr Havn, sum hava verið búsitandi í Musoma. Men frá ársskiftinum er Heri settur sum lærari við bíbliuskúlan í Kiabakari.


Myndatekstir:
Føroyingar í Tanzania, familjurnar Olofson og Kjærbo, avmyndaðir fyrr í heyst undir eini trúboðarastevnu, hagani myndin stavar. Við á myndini er
eisini føroyski lærarin Pætur (aftast h.m.)