Tá Sosialurin fær fatur á Ingvør, hevur hon ikki lisið viðmerkingina hjá Olofson, sum stóð í týsdagsblaðnum.
- Tað er undir mína verdigheit at lesa nakað, sum Olofson hevur skrivað, sigur hon.
Eftir at hava fingið viðmerkingina hjá Olofson lisna upp í gjøgnum telefonina, sigur hon seg vera púra skelkaða av, at Peter O. K. Olofson úttalar seg soleiðis.
Ingvør Nolsøe sigur, at Bíblian er ein kærleiksbók, og tá Peter O.K. Olofson oysir sítt gor og gall útyvir onnur við henni í hondini, er tað omanfyri alt lágmark.
- Hann brúkar Bíbliuna, sum er ein kærleiksbók at klikkja onnur menniskju niður við.
Jesus prædikaði um kærleika, og tí haldi eg, at Olofson má hava misskilt Bíbliuna, tá hann las hana. Hann átti at roynt at lisið hana einaferð afturat.
- Eg eri skelkað av, at Føroyar uppføra seg sum eitt miðaldarsamfelag. Hvørji eru vit at døma um, hvat er rætt ella skeivt? Nei, nei, lat hasi neyðar menniskjuni fáa frið, sigi eg bara, sigur Ingvør Nolsøe.
Hon heldur, at tað er spýggiligt at hoyra løgtingsmenn standa og prædika um rætt og skeivt í hesum førinum. Tað er sanniliga heldur ikki teirra uppgáva at døma um, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Eisini heldur hon, at hetta má verða tað reina stemmuslúkarí.
Hon heldur, at tað er ófatiligt, at vit í 2002 sita og kjakast um fosturtøku og samkynd.
- Hetta eru miðaldartrupulleikar, sum tað verður kjakast um, heldur hon.
- Tað átti ikki at verið neyðugt at kjakast um tað, tí tað er onki at kjakast um. Skulu vit hava skrásett parlag ? JA! og fría fosturtøku JA! Gev hesum fólkunum frið! Tað verður tosað um, tað er normalt ella ikki. Eg spyrji bara, hvar er linjan, sum skilir ímillum tað normala og hitt? Og hvør skal gera av, hvar hon er?
Ingvør sigur, at hon hevur gjørt nógv fyri, at fáa fólk at skriva undir yvirlýsingina, tí hon heldur so avgjørt, at hesi fólkini skulu fáa frið og ikki verða klikkaði niður av einum minniluta, sum tíanverri er sloppin til orðanna.
- Tí tað er jú tað, sum Bill Justinussen og Peter O. K. Olofson umboða: Ein minniluta í Føroyum, sigur Ingvør, sum er sannførd um, at meginparturin av føroyingum ikki taka undir við teirra víðgongdu sjónarmiðum at enda.










