Ein kann undrast á politikarar í Føroyum sum tosa um nýskipaninr, sum ikki verða framdar, neyðugur sparingar, sum byrja at skera av beininum, orðið rationaliseringar, sum tey fægstu nokk vita hvat merkir í dagsins høpi, og so iPaddar til løgtingið.
Hvat gera okkara politikarar og hví hendur so lítið, spyrja mong, summi skelda. Og loyvir ein sær enntá at spyrja onkran politikarar á Facebook, hvussu sparast og rationaliserast skal, far ein bert ein slutur fyri ein slatur, og einki beinleiðis uppskot.
Samstundis er serlæknar ónøgdir við umstøðurnar, tey gomlu keða seg í hel, starvsfólk eru niðurbrend, sjúkrarøktarfrøðingar eftirspyrja ein heilsupolitikk.
Politikarar standa, sum Annika Olsen púra óvitandi, tá spurd hvar og hvør tænasta skal sparast burtur.
Og alt meðan fiskivinnan ikki má hava kapping, og fer avstað við milliarda upphæddum, sum landi næstan einki sær av.
So hví fáa allir hesir politikarar løn, tá so lítið gott og so nógv ringt hendur í landinum? Og enntá meðan búskapurin faktiskt er góður (sum hann forrestin hevur verið líka síðani 2011).
Best hevði so nokk verið at politikkarar onga løn fingu fyri teirra vána avrík.
Politikkur skal vera opin
Her á klettunum hevur verið blandað og óskipað kjak um, hvussu politikarar skulu virka og verða løntir. Men áðrenn ein tosar um virkna og samsýning, mugu vit vita hvat ein politikari er.
Vit eru noydd til at hava eina arbeiðslýsing av politikaraum og politikki.
Skulu vit fara at sprota, sum er so væl umtókt at siga?
Lat okkum:
politikkur er: arbeiði ið miðar ímóti at beina el. ávirka gongdina í samfelagnum el. í altjóða høpi, stjórnmál (eftir ávísum sjónarmiðum el. hugmyndum)
og
politikari er: ein ið er uppi í politikki
Jamen hatta var heilt einkult. Tey týðningarmiklu orðini her eru sjálvandi ávirka og sjónarmiðum/hugmyndum.
Hvat gera vit so?
Tað er so spurningurin, ið eg mangan havi hugsað um, og spekulera (og skelda) meg svakan av.
Tí hvørjar hugsjónir síggja vit framdar í verki, hvøji konkret uppskot koma politikkarar við?
Ikki so nógv, og sum ymiskir analytikarar hava víst á, er tað ikki hent so nógv á politska pallinum.
Tað, sum nokk má gerast, er at skipa politiska lívið/arbeiði á ein sovorðnan hátt at opinleiki ræður, at tað er lætt hjá okkum øllum, og serliga miðlafólki at fáa atgongd til tað sum fer fram millum politikarar.
CIP málið er greitt dømi um hvat IKKI má henda millum landsins valdu.
Mest ræðandi er at har vóru nakrir einkultir politikarar, sum enntá skrivaðu undir at sleppa síggja sáttmálan, mótvegis at binda seg til eina løgna tagnarskyldu. Snøgt sagt langt úti.
Amboð til opinleika
Sum er hava vit longu nøkur amboð fyri at tryggja opinleika.
T.d. kann ein og hvør søkja um innlit í mál av áhuga, bæði innan land og kommunu.
Og hendan rætt gera miðlarnar stórt brúk av lukkuvís. Annars høvdu vit ikki fingið sovorðnar, faktiskt framúr greinar og sendingar, ið miðlarnir borðreiða við.
Tíanverri í okkara fólkaræðisligu tíðum hava fleiri politikarar funnist at miðlunum fyri at hava gjørt sítt arbeiði. Og eitt amboð er jú sjálvandi okkara miðlar, og har ímillum KVF, ið vit øll gjalda fyri og sum er okkara eftirlit við politiska valdinum, ið vit forrestin eisini hava valt.
Men vit kundu havt meira.
Uppskot hevur verið frammi nakrar ferðir um at løgtingsfólk ella tey, ið stilla upp, skulu leggja øll kortini á borði, so vit sum veljarar kunnu vita, hvørji fólk tað eru sum vit velja.
Um ein sær hvørjar nevndir ella áhugamál onkur stuðlar, kunnu vit betur fáa eina mynd av (komandi) politikaranum, og kunnu vit eisini kenna okkum trygg við okkara vali.
Ì hesum viðfangi var seinasta uppskotið um tað sama eisini at allur stuðul sum politikarar fáa skal verða almennur. Hetta er ein kend skipan uttanlands, og hevur t.d. Danmark eina líknandi skipan.
Lønan av (eyðmjúkum) politikarum
So er tað tað: Skulu politikarar hava løn, serliga tá so lítið ofta hendur?
Sjálvandi skulu teir tað, tí ein kann ikki liva av luft einans. Teir skulu eisini eta og drekk og liva. Teir eru vanlig fólk, ið vit hava valt í okkara stað at taka avgerðir fyri okkum. So sleppa vit frá at renna til atkvøður javnan. Teir taka sær av tí, og tað skulu vit virða.
Men áðrenn ein ásetur lønina, mugu vit eisini gera greitt, hvat slag av arbeiði at ver(ð)a politikari er. Hetta eru vanlig fólk, ið verða givin eina sera stóra ábyrgd og fáa stórt vald.
Ið skulu skipa landsins lógir og umsita milliardir.
Hetta krevur at ein politikari er avgjørdur, men so sanniliga eisini eyðmjúkur. Eyðmjúkur tí at honum er litið upp í hendur okkara framtíð og tilfeingi.
Eyðmjúkur tí at vit hava valt hann at stýra eftir teimum hugsjónum, sum hann nú einaferð hevur.
Vit hava givið honum loyvi til at ávirka okkum persónliga við sínum hugsjónum.
1) Tí skal vælvera veljarans vera drívmegi
2) Tí skal hansara hugsjón verða drívmegi
3) Tì skal hann spæla við opnum kortum
4) Tí skal hann eisini vita at øll skulu vera lika fyri lógini
Hevur ein politikari nøkulunda hesar tankar um sítt virksemi er á góðari leið. Ringt er sjálvandi at stýra ein politikara, men vit hava ymisk amboð. Lógir og miðlar eru okkara bestu amboð
Líka fyri lógini
Tíanverri sæst alt ov ofta ein løgin stoltleiki millum politikarar, har teir føra seg fram sum nakað serligt. Ein saknar mangan eyðmjúkleikan teir áttu at víst sum fólkavald. Tí uttan fólkið er politikarin einki. Tykist sum at nakrir teirra hava gloymt tað.
Men hava vit valt teir, eru teir okkara javnstillar, so skulu teir eisini hava somu umstøður sum vit.
T.v.s.:
1. Líka góðar umstøður til koyripengar sum onnur, og ikki hatta svaklig kostnaðarendurgjaldi, sum gevur teimum 5 ferðir so nógv sum vit onnur
2. Líka eftirløn sum vit onnur
3. Ikki sjúkliga fráfaringarløn, 3 mánaðir er nokk, og so kunnu teir fara upp í ALS sum øll onnur
4. Stuðul til politiska upplýsing vekk. Tí flokkar skulu sjálvir skaffa peningin í opinleika og skrivarin um teir ynskja ein og eisini til valstríðið
5. Eina góða hampiliga løn til politkarar sjálvandi, tí vit skulu virða álitið, sum er litið teimum upp í hendi. Men tann politikari sum sigur at lønin má verða góð, tí annars bjóða fólk seg ikki fram, betur var at hann pakkaði saman og slapp sær heim, tí viðkomandi hevur langt síðani gloymt at tað er hugsjónin og virðingin fyri veljaranum sum er drívmegin.
Hetta er bert nøkur beinleiðis uppskot, men ivasamt um tey kunnu verða veruleiki. Vit síggja einans hálvar loysnir og óumhugsaði uppskot, har ikki serliga nógvur hugsan liggur aftanfyri.
Lat okkum fáa politikarar, ið vita hvørja hugsjón teir hava, og lat okkum sleppa undan politikarunum, ið bert hugsar ein dag fram.