Páll á Reynatúgvu
---------
Tað rann mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hoyrdi politisku fráboðanina frá nýggju leiðsluni í Sands Kommunu. Nú skulu onnur enn vit sjálvi gjalda fyri okkara egnu dálking. Á einum øki sum fult og heilt er kommunal ábyrgd.
Javnbjóðis rættindi á økjum sum landið umsitur
Yvirskipað eiga vit rættin at tryggja okkum javnbjóðis rættindi av samfelagsins tilfeingi, eins og allir aðrir borgarar landsins. Við øðrum orðum so hava vit sama rætt til tær tænastur sum er undir landsins veingjabreiði, á saman hátt sum aðrir føroyingar.
Kommunalar raðfestingar
Hinvegin hava vit fullan raðfestingarrætt, og skyldu, á teimum økjum sum er løgd undir kommunalt vald. Her kunnu vit sum kommunalt vald, t.d. velja at styrkja um skúla og mentanarumhvørvi, og eitt nú, í minni mun lívga lokalu vinnuligu entreprenørunum, við frynsum her og har. Tað er at raðfesta politiskt innan fyri teir karmar sum eru.
Vit á lista C. hava saman við góðum stuðlum og góðum skattgjaldandi borgarum fingið til vega, nýggjan banaskúla, bókasavn, barnagarð, listasavn, eldratilhald og kunningarstovu. Harafturat er miðvíst arbeitt fyri ítróttarhøllini í eini átta ár, men í eini ætlan sum legði upp til at vit sjálvi stóðu fyri verkætlanini, eftir nøkulunda somu treytum sum onnur í landinum. Ikki sum eitt “halt munn bomm” í loysigjaldi, fyri at góðtaka eitt nei til Sandoyartunnilin.
Undan okkum hava onnur kommunustýri á Sandi, raðfest eitt nú havnaútbygging, útstykkingar og bygging av røktarheimum og sambýlum. Takk skulu tey hava fyri tey megnaravrik.
Uppgávulyndi
Øll hava vit í lívinum avbjóðingar á leiðini. Bæði politiskt og persónliga. Í flestu førum speglast persónligi førleikin aftur í politisku royndunum. Meti tað vera avgerandi neyðugt fyri okkum menniskju og fyri okkara framhaldandi møguleikar í lívinum, ikki at geva okkum undir ræðisrættin hjá øðrum. Um vit harafturat hava fullan førleika, so er tað einki minni enn vanærandi at seta seg í slíka menniskjaliga skuld. Í so máta er ein kommuna einki annarleiðis.
Latið okkum ikki biðja um at vera viðfarin annarleiðis enn hini, á økjum sum vit hava fullan ræðisrætt á. Latið okkum taka tað ábyrgd á okkum, sum vit eiga. Tí annars kunnu onnur ikki taka okkum fyri fult. Vit eru ikki olmussudýr og hava ikki tørv á at vera viðfarin sum slík.
Ítøkiliga uppgávan er ikki størri enn so, at hon við rættari raðfesting kann loysast, um tað er tað ein vil. Fyribyrgjandi tiltøk móti størstu dálkingarvandunum, og framhaldandi útbygging av verandi kloakkskipan, so minni av óreinsaðum vatni rennur í Sandsvatn, eru tvinni boð.
Skulu Føroyar taka upp eftir okkum?
Serliga undrar hugburðurin hjá nýggju kommunalu leiðsluni, sum við vápnum har einki var nóg skitið, skuldi hava valdið í Sands Kommunu. Nú tá ið ábyrgdin tyngir, velur henda eina so lítið virðiliga støðu, at biðja allar Føroyingar, um at taka upp eftir okkum. Til tess er bert at siga, at eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.
Tað er ein himmalvíður munur á at krevja ein javnbjóðis rætt, og sjálvboðin at gera seg til eitt olmussudýr.










