Um vikuskiftið fer ísraelska ákæruvaldið væntandi at kunngera, at landsins forsætisráðharri, Ehud Olmert, verður ákærdur fyri fíggjarligt óreglusemi. Teir seinastu dagarnar hava ísraelsku fjølmiðlarnir sagt, at forsætisráðharrin verður ákærdur fyri at hava tikið ímóti ólógligum pengum frá einum amerikonskum vinnulívsmanni, og at hann skal hava misbrúkt sítt politiska vald til at hjálpa einum vinmanni. Umframt forsætisráðharri er Ehud Olmert formaður í flokkinum Kadima.