Eitt uppskot um misálit á ísraelsku stjórnina fall í tjóðartinginum Tað eydnaðist ikki andstøðuni í Ísrael at fella stjórnina hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra.
Tá tjóðartingið í gjárkvøldið atkvøddi um eitt misálitisuppskot, atkvøddu 42 fyri misáliti, meðan 47 atkvøddu ímóti.
Ísraelsk lóg sigur, at skal eitt uppskot um misálit á stjórnina fáa gildi, skulu minst 61 tinglimir atkvøða fyri tí.










