Oljuvirksemi munandi ískoyti til búskapin

-Mín visjón er, at oljuvirksemið skal gerast eitt munandi ískoyti til okkara búskap, og at tað vónandi bert í lítlan mun skal hava negativa ávirkan á samfelagið. Tað verða vit, sum stýra virkseminum, og harvið í ein ávísan mun hvørja ávirkan vit loyva segði nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, tá hann vitjaði í Oljutinginum mikukvøldið.

Oljuting


Listaskáli karmur um Oljuting
Listaskálin í Havn var mikukvøldið karmur um árliga vártingið hjá Oljutinginum. Hóast oljutilgongdin meira og minni hevur verið í tómgongd í eina tíð, so tykist áhugin fyri tí føroysku oljuframtíðini kortini at vera stórur. Ikki færri enn 60 fólk høvdu leitað sær í Listaskálan at hoyra tvey av nýggju andlitunum í oljuhøpi, nevniliga landsstýrismannin í oljumálum, Bjarna Djurholm og nýggja stjóran á Oljufyrisitingini Sigurd í Jákupsstovu. Teir vóru bodnir at halda fyrilestur um visjónir fyri eini føroyskari oljuvinnu og um komandi útbjóðing.
Á Oljutinginum í Listaskálanum hevði nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum sítt fyrsta høvi alment at greiða frá, hvørjar visjónir hann sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri oljumálum hevur fyri hesum nýggja málsøkinum.

Bjarni Djurholm helt fyri, at tað ofta verður sagt, at ein nýggj samgonga byggir á herðarnar á tí undanfarnu, og tað er eisini galdandi í hesum føri.
Hann ætlar sær tí ikki at gera stórvegis broytingar á økinum, og hevur tí eisini bæði yvir fyri fyrisitingini og í sínum samskifti annars, lagt dent á, at arbeiðið, sum higartil er gjørt, skal halda áfram. Og at hóast Oljumálaráðið varð tikið av eftir valið, so skal virksemi hjá oljuumsitingini halda fram sum áður.

Landsstýrismaðurin vísti annars til, at politikkurin á oljuøkinum er skipaður eftir lógini um kolvetnisvirksemi, lógini um fyrsta loyvisumfar umframt skattalógum, og í sambandi við eitt nýtt loyvisumfar verða treytirnar, sum eru galdandi fyri einstøku loyvini, endurskoðaðar.
Mett verður um, hvørt økið krevur, at broytingar verða gjørdar.
Treytirnar í lógini um annað útbjóðingarumfar, sum varð borin í Løgtingið beint undan páskum, eru í stóran mun tær somu, sum vóru galdandi í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar. Endamálið við oljuleiting er framvegis at finna olju ella gass í rakstrar-verd-um nøgdum á føroyska landgrunninum.

Bjarni Djurholm segði annars sína visjón vera, at leitivirksem-ið, sum byrjaði á landgrunninum í 2001 skal halda áfram, og at vit fáa nýggj útbjóðingarumfør við jøvnum millumbilum komandi árini, soleiðis at vit á føroyska landgrunninnum kunnu tryggja eitt støðugt leitivirksemi, har ymiskir leitimyndlar verða royndir, inntil olja ella gass í rakstraverdum nøgdum verður funnin.

Oljuumsitingin
Síðani fyrsta Oljufyrisitingin varð sett á stovn í 1993 og inntil fyrstu leitiloyvini og seinni boriloyvini vórðu veitt, hevur virksemið hjá umsitingini verið merkt av, at leiðin, ið skuldi gangast, var nýggj.
Umsitingin hevur ment seg fyri hvørt stig hon hevur tikið, og nú farið er undir at fyrireika nýtt útbjóðingarumfar, kann man - næstan fyri fyrstu ferð - siga, at umsitingin kann brúka royndir, hon longu hevur gjørt vísti landsstýrismaðurin. Hann helt, at vit hava eina lítla, men professionella oljuumsiting, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði higartil.Og hansara visjón er, at umsitingin skal halda á fram at mennast, og at alt eftir tørvi, skulu arbeiðsbólkar kallast inn, t.d. í sambandi við viðgerð av boriumsóknum, fyrireikan av nýggju útbjóðingarumførum osv.
Um farið verður í holt við olju- ella gassframleiðslu, fer tað sjálvandi at hava nýggjar arbeiðsuppgávur við sær, sum fara at krevja ein aðra og størri umsiting.

Oljuleiting
Bjarni Djurholm vísti á, at síðan tað av fyrstan tíð varð tosað um at loyva oljuleiting á landgrunnin-um, hava oljumyndugleikarnir lagt dent á, at virksemið í sambandi við leitiboringar fór at verða avmarkað, og at tað bert í lítlan mun fór at ávirka føroyska samfelagið. Undan fyrsta leitiumfarinum varð eisini tosað um, hvørja ávirkan oljuleiting og tey fólkini, sum starvast í oljuvinnuni fóru at hava á okkara "lítla og serstaka" samfelag. Gjørt varð greitt, at í fyrstu atløgu í sambandi við leitiboringar, sum bert vara nakrar fáar mánaðir í einum ávísum tíðarskeiði av árinum, fór ávirk-anin at verða minimal.

Geva og lata

Og landsstýrismaðurin helt fram: -Eftir at fýra brunnar eru boraðir sæst, at virksemið bert í lítlan fyri ikki at siga í ongan mun hevur ávirkað okkara samfelag. Undan boringunum í 2001 varð m.a. nógv tosað um, at húsaprísirnir í Tórshavn vóru sera høgir, og at hetta komst av, at oljufeløgini rindaðu ein høgan prís fyri at leiga hús og íbúðir til teirra starvsfólk. Í sambandi við ein fyrispurning á Løgtingi, spurdi oljuumsitingin seg fyri hjá oljufeløgunum, og vísti tað seg, at tey leigumál, sum tey høvdu, á ongan hátt vóru órímilig. Heldur hevur tað verið eitt samanspæl av mongum tingum, so sum góðum fiskiskapi, høgum fiskaprísum, lágum rentustøði, rímiligum orkuprísum o.s.fr. tvs. sera lagaligar umstøður, eitt viðrák av teimum fáu, sum m.a. trýsti kostnaðarstøðið upp og harvið eisini húsaprísirnar í høvuðsstaðnum.
Møguliga hava vónirnar til fyrstu boringarnar eisini ávirkað prísleguna uppeftir, men neyvan nakað serligt í mun til nevndu viðurskiftini frammanundan. Hann helt tí fyri, at ikki fyrr enn ein oljuleið er funnin og gjørt er av at útbyggja hana, kann ein veruliga meta um, hvørjar avleiðingar oljuvirksemi kann fáa.

Bjarni Djurholm vísti víðari á, at frá tí at olja/gass er funnin í rakstrarverdugum nøgdum og til framleiðsla kann fara í gongd, ganga vanliga nøkur ár, og ta tíðina skulu vit nýta til at meta um, hvussu vit sum myndugleikar kunnu stýra virkseminum, soleiðis at tað fær sum minst av negativari ávirkan á samfelagið.

-Mín visjón er, at oljuvirksemið skal gerast eitt munandi ískoyti til okkara búskap, og at tað vónandi bert í lítlan mun skal hava negativa ávirkan á samfelagið. Tað verða vit, sum stýra virkseminum, og harvið í ein ávísan mun hvørja ávirkan vit loyva. Vit mugu eisini minnast til, at umframt eitt íkast til búskapin, kann oljuvinnan hava nógvar sera positivar ávirkanir við sær, so sum nýggir og spennandi arbeiðsmøguleikar fyri føroyingar.