Vit hava sera nógvar góðar vinnufyritøkur, sum hava ment seg sera nógv síðstu árini og skulu vit gera alt fyri, at oljuvirksemið verður ein góð inntøka til okkara samfelag.
Vit eiga at halda fast um føroyskan kajkant fyri at vísa á, at vit veruliga ynskja at ein framtíðar oljuvinna skal virka úr Føroyum. Vit skulu áhaldandi gera átøk sum gera føroyska landgrunnin áhugaverdan. Eisini eiga vit at taka støðu til møguligar oljuinntøkur.










