Oljutingið hittist aftur

Í kvøld skipar Oljutingið fyri fundi í Listaskálanum. Tvey evni verða umrødd á tingfundinum, har allir limir kunnu vera við

 

Fundur


Í eina tíð nú hevur Oljutingið verið virkið. Oljutingið miðjar ímóti at halda fundir fýra ferðir um árið. Fundirnir hava til endamáls at kunna limirnar í Oljutinginum um ymiskt viðvíkjandi oljuvinnuna. Oljutingið hevur tað enska hjánavnið ?Petroleum Association of the Faroe Islands?. Hetta sigur kanska meira um, hvat fyri slag av felagi vit tosa um. Felagið hevur nærum 200 hundrað limir, harav eini 80 eru virki ella stovnar. Øll kunnu vera limir í Oljutinginum.

-Vit royna at hava eitt forum, har limirnir verða kunnaðir um ymiskt innan oljuvinnuna í Føroyum, og uppmøtingin er eisini rættiliga góð hvørjaferð, sigur Ingvør Nolsøe, formaður fyri Oljutingið.

Felagið hevur júst fingið eina nýggja nevnd. Í henni sita: Ingvør Nolsøe, sum er formaður, Ben Arabo, Sigmund í Jákupsstovu, Annie á Hædd og Alex Buvik.


Boring og flúgving

Evnið á fundinum í kvøld verður ? fyrstu oljuboringarnar á føroyska landgrunninum ? har dentur serliga verður lagdur á operativu síðuna.

Til at siga eitt sindur um hetta, so hava fyrireikararnir heitt á Ben Arabo, stjóri fyri Amerada Hess Føroyar, og Magna Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, at halda hvør sín fyrilestur.

Ben fer at røða um fyrstu boringarnar á føroyska landgrunninum, sæð frá einum operatør sjónarmiði. Tað er ætlanin at hann ikki einans skal leggja dent á boringar hjá Amerada Hess, men heldur at tosa breitt um fyrstu boringarnar í Føroyum.

Amerada Hess er sjálv tann triðja fyritøkan, sum ger royndarboringar í Føroyum. Frammanundan hava bæði Statoil og BP verið í føroyskum sjógvi og gjørt royndarboringar. Higartil er ikki nakað serliga gott úrslit spurt burturúr. Fyritøkurnar eins og myndugleikararnir hava tó als ikki mist mótið enn.

Hin fyrilestrarhaldarin á fundinum í kvøld verður sum áður nevnt Magni Arge. Stjórin fyri størstu og einastu flutningsfyritøkuna av sínum slag í Føroyum hevur fingið til uppgáva at lýsa eitt sindur nærri fyrstu oljuboringarnar á føroyska landgrunninum, sæð frá einum føroyskum veitara sjónarmiði.

Tað er í sambandi við, at Atlantic Airways hevur verið virkið í royndarboringinum í sambandi við flúgving. Tað eru tyrlur, sum flúgva bæði við ferðafólki og virka sum hjálpartyrlur í neyðstøðum.

Fundurin í kvøld byrjar kl. 19.00 í Listaskálanum.