Í dag hevur oljutingið aðalfund og samtíðis vedður kunnað um boringina á landgrunninum í summar. Núverandi formaður í Oljutinginum er Regin Hammer og vit spurdu hann undan fundinum, sum verður hildin í Miðlahúsinum í kvøld, hvat endamálið er við Oljutinginum!
-Oljutingið er áhugafelag, ið hevur til endamáls - sum ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni.
Hetta er ikki eitt afturlatið felag, har bert er pláss fyri ávísum bólki í samfelagnum. Dyrnar eru heilt einfalt opnar fyri øllum, ið hava áhuga fyri oljuvinnu sigur Regin Hammer.
Hann vísir í hesum sambandi á, at Oljutingið seinastu árini hevur havt nógv framstandandi fólk og havt framløgur í Oljutinginum. Sum dømi kunnu nevnast:
Wilhelm Petersen, Stjóri hjá Atlantic Petroleum
Nils Sørensen, Stjóri hjá Føroya Kolvetni
Trond Unneland, Stjóri hjá Chevron Danmark
Lars Beksgaard, Formaður í Sindri samstarvinum
Finn Jakobsen, Deildarstjóri hjá SEV
Ólavur Gregersen, Stjóri hjá SeWave
Paul Stevens, Professari í oljubúskapi á universitetinum í Dundee
Olav Fjell, fyrrv. forstjóri hjá Statoil
Sigmundur Ísfeld, Ráðgevi á Løgmansskrivstovuni
Martin Heinesen, Leiðari fyri arbeiðnum við Havrættarsáttmálanum hjá ST
Jan Terje Edvardsen, Senior Vice President, Exploration hjá DONG
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á táverandi Oljufyrisitingini
Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í oljumálum
Ben Arabo, Formaður í FOÍB og stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum
Jóanes Høj, Platformsstjóri á Borgland Dolphin
Terje Hagevang, Stjóri hjá Sagex Petroleum
Sum listin við fyrilestrarhaldarum eisini ber boð um, so hava nógv ymisk evni verið tikin upp seinastu árini, og væl av fólki hevur verið til allar fyrilestrarnar. Talið av luttakarum til tiltøkini hevur ligið stútt umleið 50-60, men onkuntíð heilt upp í 70-80 luttakarar. Limatalið í Oljutinginum er eisini vaksið á hvørjum ári síðani byrjað varð, og er talið nú umleið 170 einstaklingar og 40 virkir.
Formaðurin heldur, at hetta ber boð um, at Oljutingið hevur eitt pláss í føroyska samfelagnum, hóast ongin olja er funnin enn, og hann staðfestir, at Oljutingið hevur góða undirtøku millum manna og verða evnini mett at verða viðkomandi fyri føroyska samfelagið og føroyingar. Hetta er helst eisini ein høvuðsorsøk til, at Oljutingið altíð hevur verið væl fíggjarliga stuðlað av vinnulívinum, og hevur hetta merkt, at tiltøkini hava kunnað verið hildin í góðum hølum og við einum góðum bita afturvið.
-Hvussu verður við Oljutinginum, um olja verður funnin í næstum, er ilt at spáa um, men hugsast kann, at Oljutingið í slíkum føri fer at hava møguleika at taka enn meiri ítøkilig mál upp sigur Regin Hammer við blaðið.