Oljustudningur kemur ikki upp á tal

Fiskiflotin skal virka eftir frælsu marknaðarmekanismuni og fær ikki almennan oljustuðul, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum -Tað kemur ikki upp á tal at veita fiskiflotanum almennan oljustuðul.

So avgjørdur var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Torbjørn Jacobsen, í Degi og Viku í gjárkvøldið. Hann segði, at fiskivinnan skal virka undir teimum frælsu marknaðarmekanismunum - fult og heilt.

-Tí kemur tað ikki upp á tal at lata flotanum almennan oljustuðul, segði Torbjørn Jacobsen, sum samstundis staðfesti, at Løgtingið verður ikki kallað saman fyri Ólavsøku at viðgera støðuna hjá fiskiflotanum.

Torbjørn Jacobsen segði, at tað eru tríggir faktorar, sum elva til kreppu í fiskivinnuni í løtuni. Eitt er, at fiskaprísirnir eru lutfalsliga lágir, eitt annað er tann dýra oljan, og tað triðja er, at fiskastovnarnir undir Føroyum eru niðurfiskaðir.