Oljustress í Runavík

Tað stendur nógv á fólkunum í Runavík, sum langar arbeiðsdagar royna at fáa alt uppá pláss til komandi boring um tvær vikur.

 


Útgerðarhavnin



Stóru tangarnir standa nú klárar á keiøkinum, og hesar seinastu dagarnar er nógv útgerð eitt nú borirør komið til Runavíkar. Býráðsformaðurin viðgongur, at fólk eru stressað, nú so nógv skal fáast uppá pláss. Verkfallið hevur so eisini gjørt sítt til seinkanina. Men tað gongur nokk er niðurlagið. Í dag kemur bulkskip á Runavík við 1000 tonsum av ymsum tilfari, so sum sementi, barit, kemikalium o.ø., ið skal fyllast í stóru tangarnar. Á keiøkinum er annars nógv virksemi, nú útgerðarhavnin ger seg út til at veita tænastur til fyrsta boripallin, ið kemur í føroyskan sjógv um stutta tíð.