Risastóra framleiðslu- og oljugoymsluskipið »Schiehallion«, sum liggur skamt úr føroyska markinum, fekk mánakvøldið ein øgiligan brotasjógv beint í gronina. Sjógvurin varð so mikið harður, at skipið helst hevur fingið væl av skaða. Kortini verður sagt frá, at eingin vandi er á ferð hvørki fyri manning ella fyri oljudálking.
Tað er ódnin Mitch, sum herjar um okkara leiðir. Mánakvøldið var vindferðin á oljuleiðunum millum Føroyar og Hetland umleið 70 m/s (45 knots), og aldurnar vórru meira enn 15 metrar høgar.
Eingin skaða
Ein talsmaður hjá BP, sum er operatørur á Schiehallion oljufeltinum, sigur við Sosialin, at eingin av manningini uppá 75 kom til skaða undir herviliga ódnarveðrinum. Kortini varð avgjørt - av fyrivarni - at flyta 30 av manningini við tyrlu til boripallin Stena Dee, sum liggur nærhendis.
Áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár varð ikki gjørt av, um manningin skuldi flytast umborð aftur á Schiehallion oljuskipið.
Eingin vandi fyri dálking
BP upplýsir fyri Sosialinum, at skaðin á skipið er á sjálva høvuðskonstruktiónina (superstructure) væl oman fyri sjálvan vatngangin og langt burtur frá teimum dupultskrokkaðu oljutangunum. Tí er heldur eingin vandi fyri oljudálking.
Stóra framleiðsluskipið framleiddi ikki olju um tað mundið brotasjógvurin rakti skipið. Teir eru longu í ferð við at kanna skaðan, og støða verður nú tikin til, hvørjar umvælingar skulu gerast.
BP takkar í einum tíðindaskrivi bæði bretsku vaktartænastuni, RAF og øðrum neyðtænastum fyri at hava borið seg so skjótt at við at koma til hjálpar.
Byrjaði í mai
Schiehallion oljufeltið liggur í teiginum 204, umleið 190 kilometrar vestan fyri Hetland. Tað liggur ikki so langt frá føroyska fiskimarkinum. Framleiðslan byrjaði í mai í ár. Umframt Schiehallion er eisini eitt annað oljufelt, sum framleiðir olju á leiðunum vestan fyri Hetland. Tað er Foinaven feltið. Einki er frætt um nakran skaða har.