Oljuskatturin skal til Klaksvíkar

Nú er greitt, at oljuskattadeildin hjá Toll- og Skattstovuni skal liggja í Klaksvík. Hetta hevur Karsten Hansen gjørt av, nú teir fyrstu skattapengarnir frá oljuvinnuni skulu avreiðast í Føroyum. Hetta er øll starvsfólkini tó ikki so fegin um

 

Fyrsta liðið av arbeiðsmonnum á oljuboripallinum Sovereign Explorer er farið til verka. Í hesum mánaðinum skulu teir tískil eisini lata sínar fyrstu krónur til føroyska skattavaldið. 35% skulu menninir, sum arbeiða á boripalli, lata í skatti.

 

Hesin skattur skal um Toll- og Skattstovuna. Har er sett á stovn ein kolvetnisskattadeild, sum skal taka sær av skattakrónunum úr oljuvinnuni. Henda deildin skal liggja í Klaksvík, tá oljuvinnan tekur dik á seg. Hetta hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, kunnað starvsfólkið á Toll- og Skattstovuni um mánadagin.

 

Flytanin av kolvetnisdeildini er í tráð við samgonguskjalið, sum sigur, at ein partur av almennu umsitingini skal flytast úr miðstaðarøkinum og út til bygdirnar ella útjaðaran.

 

 

 

Søkja eftir fólki

 

Óli Heinesen er leiðari á Toll- og Skattstovuni. Hann sigur, at tað fyrsta tey fara at gera er at søkja eftir fólki, tí sum nú er megna tey ikki alla umsitingina sjálv.

 

? Tá oljuvinnan er farin í gongd, krevur hetta nógva arbeiðsmegi á kolvetnisskattadeildini. Eg trúgvi, at vit mugu hava hjálp úr útlondum fyri at megna arbeiðsbyrðuna. Tað er eisini umráðandi, at fólk kemur higar at útbúgva okkara fólk, so tey vera før fyri at loysa uppgávurnar, sigur Óli Heinesen um kolvetnisskattadeildina.

 

Hann metir ikki, at flytingin kann fara fram fyrr enn einaferð í heyst, tí tað er ov krevjandi. Tað er tískil ikki væntandi, at kolvetnisskattadeildin verður flutt beinanvegin.

 

Óli Heinesen sigur, at enn er alt hetta ógvuliga nýtt, og tí vita tey ikki, hvussu alt hetta skal skipast í sambandi við oljuskattin, og tey mugu gera sær nakrar royndir.

 

Annars hevur ein arbeiðsbólkur við trimum fólkum arbeitt við oljuskattinum seinasta hálva árið. Tey hava verið í Noregi og Bretlandi og kannað, hvussu hetta arbeiðið er skipað har. Hesin bólkur hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu henda deildin skal skipast, men ikki tikið avgerð um, hvat hon skal liggja.

 

 

 

Ikki so heppið

 

Onkur av starvsfólkunum vil vera við, at tað kanska ikki er so heppið at flyta deildina úr miðstaðarøkinum. Best hevði verið at kanna hetta arbeiðsøkið áðrenn avgerð er tikin um, hvar henda deildin skal liggja.

 

Henda deildin verður stór, tá oljan væntandi fer at spríkja úr undirgrundini, og nógv fólk fer at arbeiða har. Royndirnar hjá somu deildum í Bretlandi og Noregi eru, at stevningar kunnu væntast, tí trupulleikar um tulkingar av lógini standast, og umsitingin krevur nógv fólk.

 

Ein slík deild krevur, at møguleikar fyri at útvega væl útbúna arbeiðsmegi eru góðir. Harafturat kunnu væntast fleiri byrjunartrupulleikar, tí fundarvirksemi við oljufeløgini verður stórt, og tey eru øll í Havn.

 

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, men hann var ikki at hitta.