Olja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Talan er um eina stórhending í oljuhøpi og hevur hetta eisini nakað at siga fyri Føroyar og tey feløg, sum vilja brúka orku og pengar at leita eftir olju her og í grannalagnum.
Clairfeltið, sum verður mett at goyma einar 5 milliardir tunnur av olju, liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið ella einar 47 fjórðingar úr Hetlandi og á 140 metra dýpi. Tá oljufelagið BP fann hesa stóru oljukelduna var Atlantsmótið nærum ókent í oljuverðini. Men tað skuldi vísa seg, at oljugoymslurnar í Clairkelduni vóru so háttaðar og oljan so mikið tung og ring at hava við at gera, at tað var ikki mett lønandi tá síðst í 70-árunum at fara undir at tilrættaleggja eina framleiðslu. Mett var at tað fór at verða neyðugt at bíða, til tøknin var meira ment til tess at kunna fara undir framleiðslu. Og so skuldi verða. Fyri nøkrum fáum árum síðani fóru BP og tess partanarar so undir eina útbyggingarætlan, har tað í fyrstu atløgu varð farið undir eina útbygging í einum parti av tí stóra oljufeltinum. Henda útbygging var liðug í farnu viku og hevur kostað ikki minni enn millum 8 og 10 milliardir krónur.
Fyrsti parturin av Clairútbyggingini, sum ætlandi verður í trimum stigum, er mettur til at kunna framleiða 60.000 tunnur av olju um dagin og nakað væl av gassi eisini. Hesin parturin av oljukelduni er mettur at goyma 250 mill. tunnur. Ætlanin er at øll olja skal flytast til Sullom Voe í Hetlandi umvegis ein oljukaðal á havbotninum, meðan gassið verður flutt umvegis gassleiðing til oljufeltið Magnus norðan fyri Hetland.
Umframt BP, sum er fyristøðufelag og eigur 28,8% í Clair, eru eisini ConocoPhillips við 24%, ChevronTexaco við 19,4%, Shell við 18,7% og Amerada Hess við 9,3%. Alt Clair oljufeltið fevnir um fimm ymsar teigar, 206/7a; 206/12; 206/8; 206/13a; and 206/9.
Upplatingin av Clair oljufeltinum varð hátíðarhildin hósdagin. Umboð fyri eitt nú BP vórðu til steðar. Teirra millum Tony Hayward, stjóri fyri leiting og framleiðslu umframt sjálvur ráðharrin fyri orku, Mike O´Brien.
Áhugavert er at leggja til merkis, at framleiðslupallurin, sum er bygdur til Clairfeltið, er tann fyrsti av sínum slag nakrantíð vestan fyri Hetland. Á hinum oljufeltunum vestan fyri Hetland, sum framleiða olju, verða oljugoymslu- og framleiðsluskip, sonevnd FPSO, brúkt. Tað er so mikið grunt á Clairøkinum, at tað hevur verið mett lønandi at hava ein framleiðslupall har heldur enn framleiðsluskip.
-Hetta er ein stórur dagur fyri BP og tess samstarvsfeløg og fyri alla oljuvinnuna sum heild. Hetta hevur verið ein long ferð, 27 ár eru liðin, síðani Clair varð funnið, men við at menna tøknina og við at trúgva uppá hetta er tað nú loksins eydnast at seta hol á hesa stóru oljukelduna segði Dave Blackwood, stjóri hjá BP til samkomuna, tá fysta oljan fór ta longu leiðina, 110 kilometrar frá Clair til Sullom Voe í Hetlandi. Hann vísti eisini á, at hetta tó bert er byrjanin. ?Vit rokna við, at her finnast 5 milliardir tunnur av olju, og tá tað hevur eydnast at seta hol á nú, so vóni eg tað eisini verður lykilin til at lata upp fyri allari hinar goymsluni.
Eingin ivi er um, at slík hending og menning av Atlantsmótinum sum oljuframleiðandi landslutur, eisini kann fáa týdning fyri leitingina við Føroyar eisini. Hetta er so triðja stóra útbyggingin, sum fer fram í økinum. Umleið 150 brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland seinastu 30 árini og nakrir teirra vóru við til at finna Clair, sum er einki minni enn ein risi í oljuhøpi. Umboð fyri føroyskar oljumyndugleikar hava sagt, at møguleiki er eisini til steðar at gera Clairlíknandi fund á føroyskum øki.
At enn ein oljukelda fer í drift so tætt við okkara mark vil sjálvandi ávirka leitingina her. Eisini skulu vit bíta merki í, at bæði BP, Amerada Hess og ChevronTexaco eru við í Clair, øll feløg, sum eisini trúgva uppá føroyska landgrunnin og tí eru við í leitingini her.
Við hesi fyrstu útbyggingini av Clair hava vit so eisini fingið ment undirstøðukervið ella infrastrukturin í økinum, nakað, sum aftur vil hava stóran týdning fyri leitingina nær markinum og eisini inni á okkara landgrunni. Tess størri undirstøðukervið er, tess lættari og skjótari kann tað vera at fara undir framleiðslu av kolvetni frá keldum okkara megin markið.