Oljuprísurin lækkar men diesel er enn dýrari

Hóast oljuprísirnir eru broyttir nakrar ferðir seinastu dagarnar, so er bensin framvegis dýrari enn diesel

Eftir seinastu tríggjar prísbroytingarnar í hesum mánaðinum hevur diesel verið dýrari enn bensin.

Aftur í gjár og í dag er prísirnir broytt – allir er lækkaðir millum 12 og 25 oyru.

Í dag kostar ein litur av bensini 12,91 krónur. Og ein litur av diesel kostra 13,63 krónur.

Prísbroytingarnar hava verið nógvar síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar. Og framvegis er støðið nógv hægri. Nú er tað diesel, sum er dýrkað nógv, tí ein litur av diesel kostar nú 40 prosen meira enn 24. februar.

Ein litur av húsarhaldsolju kostar 37,5 prosent meira, men ein litur av bensini kostar nú »bara« 11,9 prosent meira enn 24. februar.

Eftir seinastu prísbroytingarnar eru prísirnir hesir:

Blýfrítt: 12,91 kr.

Diesel: 13,63 kr.

Bátadiesel: 12,81 kr. 

Bátadiesel+: 13,63 kr.

Gassolja: 12,38 kr.