Oljuprísurin lækkar 50 oyru í dag

Aftur í dag hava oljufeløg lækkað prísin á olju

 

Oljufelagið Magn hevur í morgun lækkað prísin á gassolju og bátadiesel við 50 oyrum.

Bensin- og dieselprísurin er tann sami. Ein litur av bensini kostar 12,04 krónur, og ein litur av diesel kostar 11,93 krónur.

Men bátadiesel, bátadiesel+ og gassolja er lækkað 50 oyru fyri liturin í morgun.

Ein litur av bátadiesel kostar í morgun 10,69 krónur, og ein litur av bátadiesel+ kostar 11,50 krónur. Ein litur av gassolju kostar 10,25 krónur.

Síðani russisku innrásina í Ukraina hava verið nógv prísbroytingur, og 28. juni kostaði ein litur av gassolju 13,31 krónur, sum var 47,9 prosent meira enn 24. februar, tá ein litur av gassolju kostaði 9 krónur. Men nú kostar ein litur av gassolju 10,25 krónur, sum er 13,9 prosent meira enn 24. februar.

Í hesum mánaðinum er gassoljan lækkað úr 11,81 krónum niður í 10,25 krónur. Tað er ein munur upp á 1,56 krónur.