Fyrrapartin kostaði ein litur av húsarhaldsolju 10 og 4 oyru. Men nú hækkaði hann 43 oyru.
Tað merkir, at um onkur keypir 1500 litrar av húsarhaldsolju (gassolju) frá Effo nú, so kostar tangin 660 krónur meira, enn hann kostar hjá Magn.
Men vit vita av royndum, at tað annað oljufelagið hevur hækkað prísin, so kemur hitt oljufelagið skjótt aftaná. Feløgini hava ikki loyvi at avtala prísirnar.
Talvan niðanfyri vísir, hvussu prísirnir eru hækkaðir hjá Effo í dag – og helst, hvussu teir hækka hjá Magn í kvøld ella í morgin.
Tann, ið skundar sær at fylla sær tangan við bensini frá Magn, áðrenn prísurin hækkar, sparir einar 20 krónur.
Sum tað frættist uttan úr heimi, so er væntandi, at prísurin á brennievni fer at hækka enn meira.
Men ongantíð áður hevur ein litur av bensini kosta oman fyri 13 krónur, og ongantíð hevur ein litur av gassolju kosta meira enn 10 krónur.
Prísir hjá Effo og Magn fyri eini løtu síðani:
Effo kr |
Magn kr |
munur kr | |
Blýfrítt |
13,01 |
12,58 |
0,43 |
Diesel |
11,21 |
10,78 |
0,43 |
Bátadiesel |
10,91 |
10,48 |
0,43 |
Bátadiesel+ |
11,73 |
11,29 |
0,44 |
Gassolja |
10,48 |
10,04 |
0,44 |