Oljuprísurin er tann lægsti í meira enn trý ár

Ringar vakstrarvánir í USA og Kina hava við sær, at oljuprísurin er farin niður um 71 dollarar fyri tunnuna.

Oljan er vorðin bíligari seinastu mánaðirnar orsakað av minkandi ídnaðarvirksemi. (Arkivmynd). - Mynd: Fríðrik J. Brún/Ritzau Scanpix

Flestu bileigarar, sum antin fylla bensin ella diesel, hava kanska longu funnið útav, at oljuprísurin hevur verið fallandi seinastu mánaðirnar.

Annars fara teir helst at gera tað næstu ferð, halda teir, tí oljuprísurin hevur tikið eitt fínt dykk seinastu tíðina.

Týsdagin kom hann á ein fyribils botn, tá spottprísurin á Brent-oljuni fór niður um 71 dollarar.

Tað er lægsti oljuprísur síðani árslok 2021 og inniber, at oljan kostar 17 prosent minni enn fyri tveimum mánaðum síðani.

- Hetta eru góð tíðindi fyri flestu brúkarar, um teir ikki koyra elbil. Og tey, sum framvegis brúka olju, fara eisini at kunna føla tað, eins og fyritøkurnar, sum brúka olju sum brennievni, eisini fáa lægri útreiðslur, sigur Allan Sørensen, búskaparfrøðingur.

Hann vísir á, at prísurin ikki lækkar eitt fyri eitt, tí avgjøld eru ein stórur partur av standardprísinum.

Hinvegin hava broytingar í oljuprísinum lyndi til at hava ávirkan við sera stuttari freist.

Orsøkin til, at oljuprísurin er niðursettur, er at finna í amerikanska og kinesiska búskapinum.

- Vit hava seinastu tíðina sæð nakrar veikar starvsfrágreiðingar úr USA, sum peika á eina minking í vøkstrinum. Soleiðis er eisini í Kina og Týsklandi, og tí eru útlit fyri fallandi eftirspurningi eftir olju, sum aftur ávirkar prísirnar, sigur Allan Sørensen.

Opec, sum er ein felagsskapur av oljuframleiðandi londum, hevði í roynd og veru ætlanir um at økja um framleiðsluna av olju í oktober.

Tann avgerðin er higartil útsett til desember sum avleiðing av lágu oljuprísunum og óttanum fyri, at eitt enn størri útboð fer at elva til fleiri prísfall.

 

Í morgun kostaði ein litur av bensini hjá Magn 11,55 krónur og ein litur av diesel 10,21 krónur. Húsarhaldsoljan kostaði 8,775 krónur liturin.

 

/Ritzau/

 

Oljan er vorðin bíligari seinastu mánaðirnar orsakað av minkandi ídnaðarvirksemi. (Arkivmynd). - Mynd: Fríðrik J. Brún/Ritzau Scanpix