Støðan á markinum millum Turkaland og Irak er spent, og í USA er minni olja á goymslu enn væntað. Tað fær oljuprísin at hækka Á amerikanska marknaðinum er oljuprísurin komin upp í 88,72 dollarar, og sostatt nærkast prísurin enn eina ferð teimum 90 dollarunum.
Prísurin á evropeisku Brent-oljuni er eisini hækkaður og er nú komin upp í 85,96 dollarar fyri tunnuna og nærkast sostatt metprísinum, sum er 86,86 dollarar.
Eygleiðarar siga, at tann spenta støðan millum turkar og kurdar órógvar oljumarknaðin, sum eisini er ávirkaður av, at minni olja er á goymslu í USA enn higartil hildið.