Prísurin á eini tunnu av ráolju endaði í gjár á 110,87 dollarar fyri tunnuna. Tað svarar til 526 krónur. Hetta hendir, nú USA hevur minkað um goymslur sínar av ráolju, og eitt skifti í gjár var prísurin heilt uppi á 112,21 dollarar fyri tunnuna. Eisini í London var talan um methøgar prísir. Har var prísurin eitt skiti 109,50 dollarar fyri tunnuna, skrivar Ritzau.