Oljuprísurin hækkar støðugt

Avgerðin hjá turkiska tjóðartinginum at loyva herinum at leypa á mál í Irak hevur trýst oljuprísin upp ígjøgnum Avgerðin hjá tjóðartinginum í Ankara ávirkaði alt fyri eitt oljuprísin. Á amerikanska marknaðinum kom prísurin upp í 88,27 dollarar fyri tunnuna, og olja úr Texas kom upp í 88,75 dollarar.

Prísurin á evropeisku Brent-oljuni hækkaði eisini og var í gjárkvøldið 84,24 dollarar fyri tunnuna.

Eitt skifti í gjár var prísurin á Brent-oljuni uppi á 84,43 dollarum, og tað var bara 6 cent niðan fyri metprísin.