Oljuprísurin hækkar eftir slit í OPEC

Roknað varð við, at OPEC-londini fóru at semjast um at økja framleiðsluna, men samráðingarnar slitnaðu, og tað fær oljuprísin at hækka skjótt. -Hetta er ein tann ringasti fundurin, sum vit nankrantíð hava havt, sigur saudiarabiski oljumálaráðharrin, Ali al-Naimi, sum er sera misnøgdur við, at OPEC-londini ikki kunsu semjast um at økja framleiðsluna.

Seinnapartin kostaði amerikanska ráoljan 100,50 dollarar fyri tunnuna ella 1,40 dollarar meiri enn undan samráðingarslitinum. Prísurin á Brentolju hækkaði 1,8 dollara upp í 117,84 dollarar.

Summar OPEC-keldur vænta, at londini fara at hittast aftur um tríggjar mánaðir, men Ali al-Naimi væntar ikki, at tað verður fyrr enn í desember.

Sum skilst vóru seks av teimum 12 limalondunum ímóti at økja framleiðsluna. Hildið verður fyri vist, at Iran, Algeria og Venesuela vóru teirra millum.