2013 er stungið út í kortið sum árið, har Føroyar aftur skulu miðja eftir at hýsa oyggjaleikunum. Eitt stórt mál í sjálvum sær, og tað er eisini longu staðfest, at nógvar fyrireikingar mugu fáast frá hondini, áðrenn vit kunnu so mikið sum droyma um at leggja inn umsókn um vertsskap.
Sjálvsagt skulu bæði lands- og kommunalir myndugleikar spæla við, um ein slíka ætlan skal gerast veruleiki. Men fram um allar aðrar fyrireikingar. Fram um rennibreyt, fleiri tennis-breytir, nýggja skjótibreyt, bogaskjótibreyt og mangt annað. So eigur ein nýggjur ítróttardepil at gerast, áðrenn søkt verður um oyggjaleikir. Bæði tí hesin nærum er neyðugur, tá skipast skal fyri somikið stórari ítróttarhending, men so sanniliga eisini tí hesin vil lyfta føroyskan ítrótt á eitt væl hægri støði.
Tí hvat kundi ein slíkur depil ikki givið okkum her í Føroyum. Eitt er, at einstøku ítróttargreinarnar, sum koma at húsast á einum slíkum depli hvør í sínum lagi koma at fáa betri venjingar- og kappingarumstøður. Annað - og nógv meira týdningarmikið - er, at vit við hesum kundu skapt eitt veruligt elituumhvørvi. Ikki tí elitan í sjálvum sær er nakað mál, men tí tað aloftast vísir seg, at breidd og elita ganga hond í hond. Eingin kann vera til uttan hin. Heldur enn at 10 bogaskjúttar, 7 borðtennisleikarar, 8 kastarar o.s.fr. venja hvør í sínum lagi, so høvdu við hesum eitt stað, at har kanska hundrað fólk frá fyrsta degi høvdu havt sína dagligu gongd. Og við tíðini er einki sum helst at ivast í, at hetta tal vildi fleirfaldast. Fólkheilsuni, ítróttini, breiddini, elituni - ja, øllum Føroyum at gagni.
Men ein slíkur depil kostar nógvar milliónir. Milliónir, sum ítróttin heilt víst ikki hevur einsamøll. Og milliónir, sum hvørki land ella býráð av sær sjálvum fara at seta í eina slíka verkætlan. Til seinastu tveir oyggjaleikirnar hava vit tó sæð, at oljupengar í stóran mun hava fíggjað slíkar deplar. Í Hetlandi enntá fleiri av slagnum, soleiðis at sjálvt útoyggjarnar eisini hava sínar deplar. Og tá boðini frá oljufeløgunum samstundis eru, at tað standa 35 milliónir og bíða eftir umsóknum, er væl bara at fara ígongd.
Verður hugt at samlaða samfelagsvirðinum, sum ein slíkur depil vildi havt, er einki at ivast í, at hetta væl kann koma undir endamálið um førleikamenning, sum oljugrunnurin hevur. Og tað er upplagt, hvør skuldi tiki stigið til ein slíkan depil.
ÍSF er ópolitiskt og virkar ikki við persónligum vinningi fyri eyga. Ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at menna og fremja ítróttina her á landi. Tí vildi tað verið upplagt, at tað var her, at spakin varð settur í stóra átakið at fáa okkum ein ítróttardepil.
Sosialurin