Nú kjak hevur tikið seg upp, um avkastið frá einum komandi búskapargrunni skal umsitast av borgaranum ella av tí almenna, er tað sjálvsagt fyri mær, at borgarin eigur avkastið í báðum førum, væl at merkja, at har verður eitt avkast.
Føroyar hava tann fyrimunin, at vit kunnu javnmeta ymsar virkandi skipanir í øðrum londum, og har frá taka støðu til tað fyri Føroyar best hóskandi modellið.
Lat meg bara leggja aftrat tað, helst fleiri enn eg hava fingið varhugan av, at tað tekur tíð at fylla í búskapargrunnin,og er hann tí ikki nakað, vit vanligu borgarar koma at merkja í dag ei heldur í morgin, men um nøkur ár.
Tá grunnurin gevur avkast,so skal tað røkka til tey, ið tá liva eins og eftirkomararnar.
Hví er so lítil politiskur áhugi fyri at kjakast um, hvat vit kunnu gera fyri vanliga føroyingurin í meðan vit bíða, tá um oljuvinnu verður tosað ?
Her hugsi eg um at skapa karmar, ið stuðla einstaklingum, so teir fáa betri møguleikar at taka lut í hesa vinnu, eini vinnu ,sum ivaleyst bara verður í Føroyum ein brøkpart av árinum ella kanska slettis ikki í nøkur ár.
Tí mugu føroyingar út í ta altjóða oljuvinnuna at gera avtalur við ymisk olju- og veitingarfeløg.
Føroyingar eru sera kappingarførir, (maskinmeistarir,elektrikarir,sveisarir o.líkn.) tá javnmett verður við fólk, sum longu eru í vinnuni, men her eru onnur viðurskiftir, ið eru við til at forða teimum at taka lut í tí altjóða oljuvinnuni, sum til dømis høgar ferðaútreiðslur,ið ikki kunnu dragast frá í skatti longur, og manglandi kontaktir til útlensk feløg. ( Sum eg gjøllari havi viðgjørt í bløðunum áður. )
Hetta vildi eg mett verða eitt týdningarmikið økið at stuðla ( ella rættari at skapa karmar til), so vit kunnu byggja upp eina ískoytandi vinnu, eina vinnu, sum á altjóða støði heldur fram óávirkað av gongdini í Føroyum.
Gagnligt fyri okkara samfelag, vildi eg mett.
Skuldi tað víst seg, at virksemi í føroysku oljuvinnuni verður lítið ella av ongum, so vil tann altjóða vinnan halda áfram.
Hava vit ráð at siga nei takk til útlendskan kapital?










