Oljupengar koma væl við hjá Náttúruvísindadeild

Í dag fer Jóannes Djurhuus at verja Ph.D. ritgerð sína í kolvetnisrelateraðari jarðalisfrøði Analytical investigation of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fracture. Í ritgerðini hevur Jóannes ment algildugar støddfrøðisligar fyrimyndir (?modell?) av spenninum í gróti kring borihol. Verjan fer fram á Læraraskúlin í dag klokkan 13. Hetta er tann fyrsta doktararitgerðin frá Náttúruvísindadeildini. Hon er fíggjað av oljufeløgunum í tí gamla AMG bólkinum, har bert Statoil er eftir í Føroyum. Hini feløgini vóru Mobil og Enterprise.

Gransking og oljupengar

Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini vísir á, at grundarlagið undir tí, sum nú fer fram á hesum økinum, eru teir pengar, sum vórðu latnir í 1998 av AMG-bólkinum. Ph.D verkætlanin er ein partur av tí sponsoravtaluni. Hin parturin er sponsoreringin av partíar profesorati.

Hans Pauli Joensen er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa oljufeløg sum Statoil at vísa granskingini og arbeiðinum hjá Náttúruvísindadeildini ans. ?Tað at oljufeløg komu inn í myndina í 98 var sera heppið, tí júst tá umhugsaðu vit at vera við til at byggja upp eina kompetansu í Føroyum á hægri støði við atliti at oljuvinnuni. Vit valdu at fara inn rímuliga tíðliga, men tá vóru eingir pengar á fíggjarlógini til slíkt. So man kann siga, at vóru teir pengarnir frá oljufeløgunum ikki komnir, so høvdu vit ikki byrjað so tíðliga og vóru heldur ikki komnir so langt ávegis.

Hans Pauli Joensen vísir á, at tey í løtuni hava tvær PhD verkætlanir í gongd umframt ein postdoc. verkætlan. Tey eru eisini farin at byggja upp eina rannsóknarstovu á Náttúruvísindadeildini. Teir fyrstu oljuverkfrøðingarnir eru eisini klæktir á deildini, og har var seinasta hálva annað árið fíggjað við sponsorpengum frá Statoilbólkinum m.a. uppihald hjá studentum í Norra og Danmark.

-So oljufeløgini hava havt ein sera týðandi leiklut fyri menningina av hesum fakøkjunum á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Her er talan um geofysikk ella jarðalisfrøði við atliti at kolvetnisvinnuni. Men hinvegin hava vit alla tíðina lagt dent á, at projektini skulu hava týdning og vera áhugaverd sjálvt um eingin oljuvinna verður. So tað er lagt upp soleiðis, at projektini hava ein breiðan vísindaligan áhugan. Verður eingin olja funnin, so hevur hetta kortini ikki verið til fánýtis. Vit hyggja eitt sindur breiðari men kortini hava vit oljuvinkulin í kikaranum sigur leiðarin á Náttúruvísindadeildini.