Oljumilliardir og aðrar milliardir

Júst sum eg var við at enda blaðkjakið við formannin fyri “Ung fyri Miðflokkin”, Tóra Højgaard, kom fyrrverandi formaðurin fyri sama felag, Arni Abrahamsen innaftur í kjakið. Eg sendi tí eisini honum hesa endaligu viðmerkingina

Arni harmast um, at eg havi lagt hann undir at kalla 2 milliardir krónur fyri “smápengar”, og eg má geva honum rætt í tí, at hann brúkti ikki tað orðið í greinini. Men hinvegin, so kann tað gera tað sama um vit kalla 2 milliardir fyri “smápengar” ella “ikki nógvir pengar”, tí hvørki er rætt. Tvær milliardir eru nevniliga rættiliga nógvir pengar. Tað er nógv meira enn allir føroyingar tilsamans gjalda í landsskatti í eitt heilt ár. Tí gleðir tað meg, at Arni nú brúkar yvirskriftina “Nei milliardir eru ikki smápengar”, tí tað sum loysingarflokkarnir hava tveitt burtur síðani 2002 er alt annað enn smápengar.

 

Allir pengar mugu stýrast

Eg spurdi Arna í fyrru greinini, um hann vil mæla til, at øll oljuleiting við Føroyar verður steðgað, eins og hann mælir til, at blokkstuðulin verður avtikin. Eg vísti í tí sambandi á, at um búskapurin ikki tolir at fáa blokkstuðul, so tolir hann heldur ikki at fáa oljukekkar.

 

Arni gevur mær rætt í tí, at oljupengar kunnu fáa somu ávirkan á búskapin sum blokkstuðulin hevur, “men”, sigur hann, “her veldst mest um búskaparstýring”.

 

Júmen ger tað ikki altíð tað? Líkamikið um pengarnir eita oljupengar, blokkstuðul ella skattakrónur, so mugu vit hava búskaparstýring. Vit kunnu ikki siga neitakk til stórar inntøkur, fyri at sleppa undan at stýra pengunum?

 

Vit gera ikki olju

Arni sigur, at munurin ímillum blokkstuðul og oljuinntøkur er, at blokkstuðulin er ein reinur stuðul, sum ikki kemur inn vegna virksemi í landinum, men verður olja funnin, so fer tað at skapa eina vinnu, sum framleiðir virði til landið.

 

Eg ivist í, um hetta er so einkult, tí hvussu stórur partur av oljupengunum koma frá føroyskari framleiðslu?

 

Skulu vit til dømis siga við oljufeløgini, at tey eru vælkomin at pumpa so nógva olju upp úr føroysku undirgrundini sum teimum listir, og at tað einasta sum vit skulu hava afturfyri, er løn til teir føroyingar, sum fáa arbeiði innan oljuvinnuna, ella avleiddar vinnur? Er tað nóg mikið at krevja, at føroyskar fyritøkur fáa arbeiði, ella skulu vit krevja meira enn tað? Og um vit krevja meira, kann tað so ikki samanberast við blokkstuðulin? Og um blokkstuðulin er oyðileggjandi fyri búskapin, er hitt so ikki eisini oyðileggjandi? Og so aftur til spurningin: Kunnu vit so siga, at blokkstuðulin er skaðiligur, meðan oljupengarnir eru góðir?

 

Hvat er endamálið?

Arni hevur gjørt sær stóran ómak at rokna út, um tað loysir seg betur at avtaka restina av blokkstuðlinum í einum, ella yvir 10 ár. Hann kemur til ta niðurstøðu, at bara av inflasjón, rentubroytingum o.ø., kunnu vit spara 88 mió. krónur, ella 14% við at avtaka hann yvir 10 ár. Men hvat er endamálið við tí? Um endamálið er at spara, so er bara at lata blokkin fáa frið, tí so spara vit 100 %. Men er blokkurin so skaðiligur fyri búskapin sum tit vilja vera við at hann er, so er at fáa hann burtur sum skjótast, og helst fyri so høgan kostnað sum møguligt – minni verður “skaðin”.

 

Politiskt samstarv

Arni endar greinina við at dyrgja eftir politiskum samstarvi aftaná komandi løgtingsval. Nú veit eg ikki hvørjar heimildir Arni hevur at úttala seg vegna Miðflokkin í somáta, men eg kann siga fyri Sambandsflokkin, at sum útgangsstøði standa allir møguleikar fyri samstarvi opnir, men tit mugu ikki rokna við, at tað verður saman við Sambandsflokkinum, at tit sleppa at stovna eitt føroyskt fullveldisríki, fyri síðani at senda rokningina til skattgjaldaran.

 

Endi

Sum sagt, so gevist eg her við kjakinum okkara millum. Vit verða helst ikki samdir kortini, og tá er tað í hvussu so er gott, at vit hava fingið lýst munin ímillum okkara sjónarmið. Vit liva í einum demokratiskum landi, har øll hava loyvi til at hava sína meining, og at argumentera fyri henni. Tað skulu vit í øllum førum virða og vera takksom fyri.